Í Input viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at útinna tænastur og veitingar. Í hesum sambandi
savna og viðgera vit upplýsingar um teg. Í hesi dátuverndarkunning fært tú kunning um, hvussu Input viðger persónsupplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur.
Ein «persónsupplýsing» er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar (sum navn, bústaður, aldur, starv, útbúgving), ein samanseting av
slíkum upplýsingum, ella metingar knýttar at einum likamligum persóni. Persónsupplýsingar kunnu eisini vera knýttar at eini fyritøku, um talan er um einstaklingavirki ella partaeigarar í eini fyritøku.
Ábyrgd
At viðgera persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingarnar. Viðgerð av persónsupplýsingum kann vera at savna, at skráseta, at samkoyra, at goyma, at lata víðari, at avhenda o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um sameiningin
er sjálvvirkandi ella ei. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast viðgerð.
Tá ið Input viðger persónsupplýsingar, er Input dátuábyrgdari. Hetta merkir, at
Input hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum Input hevur innsavnað.
Input viðger allar upplýsingar á ein lógligan og tryggan hátt. Øll eiga at kenna seg heilt trygg við, at persónsupplýsingar verða væl vardar hjá Input.